24. Aug 2008 |
Tiltakið KomVið, ið ein áhugabólkur hjá B71 skipaði fyri leygardagin niðri á sandinum, var sera væl eydnað.
Og hetta hóast veðrið ikki var við okkum. Regnið gjørdi óivað sítt til, at fleiri fólk, ið høvdu ætlað sær oman á sandin, settust aftur.
Øll tiltøkini vóru flutt inn í eitt stórt tjald, ið B71 eigur. Fitt av fólki var til øll tiltøkini. Har var tónleikur til øll oyru. Hæddarpunktið á degnum var, tá Týr komu á pallin. Teir rokkaðu, so at takið næstan fleyg av tjaldinum. Eisini vóru nógv fólk og lurtaðu eftir GrassLandParkingSpace. Hetta vóru mest ung fólk, ið flokkaðust um okkara lokalu tónleikarar.
Áhugabólkurin takkar øllum, ið á ein ella annan hátt, hava hjálpt til við tiltakinum! |