Click here to send us your inquires or call (852) 36130518
Click here to send us your inquires or call (852) 36130518
Forsíða
 

Úrslit og støður

test lýsing
Formuladeildin 17.umfar, Víkingur-B71 2-2 PDF Prenta E-mail
10. Aug 2008
B71 stríddi seg til eitt stig í Sarpugerði seinnapartin.
Dramatikkur í Sarpugerði
Víkingur - B71
mynd: vikingur.fo
Næsti dysturin í seinnu hálvuni av kappingarárinum skuldi spælast í Gøtu, har vit skuldu hitta eitt Víkinga lið, sum hevur riðið høgt á teimum mongu góðu úrslitunum, ið teir hava fingið til høldar seinastu tíðuna. Tosað var frammanundan um eitt skert Víkinga lið sum tóku ímóti B71, men tað sást ikki serliga væl aftur á spælinum. Tá fari var til hálvleiks høvdu bæði eitt mál í part og tá dómarin bríkslaði dystin av høvdu bæði liðini fingið hvør sítt mál afturat.

 Kærkomið stig, ið møguliga skuldi verið trý

 Tað var uttan iva Víkingur, ið átti fyrsta hálvleikin í dag, við tí at teir settu seg á dystin beinanvegin. Serliga í luftrúminum vóru teir ein støðug hóttan og vístu tað beinanvegin teir fyrstu minuttirnar við tveimum skallarum móti málinum, har tann eini bert var eitt lítið sindur ov høgur til at fara inn.

 Ein kann ikki nokta at Víkinga menninir dugdu væl at spæla bólt og funnu væl hvønn annan í fyrsta hálvleiki, men tað var serliga innleggini, ið komu at geva okkara monnum høvuðbrýggj dystin á tamb.

Fyrsta málið var eisini eitt tílíkt. Eitt horna úr høgru síðu verður møtt av høvdinum á einum Víkinga leikara, ið sendur bóltin víðari yvir í handaru síðu av málinum. Nú hugdi mann ikki eftir klokkuni so nógv síðan nógv hendi allatíðuna, men um ein sigur at hálvleikurin var hálvrunnin tá málið varð skorað, so skuldi tað verið á góðari leið.

B71, ið vónandi fingu bíløt av tí forferdiliga 0-5 tapinum á Sandi fyrr í ár, vildu ikki útseta seg fyri hesum einaferð enn og gjørdu ikki mætari enn at svara aftur beinavegin. Bólturin varð sentraður, sparkaður runt nakrar ferðir, áðrenn ein langur bóltur varð skotin fram til Clayton, ið “chippaði” bóltin framvið málmanninum Geza Turi. Bólturin vildi treyðugt í málið, men Sunday fylgdi skjótt bóltin upp og langaði hann í tað tóma netið og so var javnt aftur.

B71 komu nógv meira við eftir javnandi málið og Clayton kundi enntá havt lagt B71 framum áðrenn hálvleik, men skotið, ið hann skeyt frá einum ómøguligum vinkli, brast í stongina áðrenn hann bleiv ruddaður burtur.

 2. hálvleikur var uppá ongar mátar sum fyrri. Hesaferð stóð nógv javnari á, og kanska høvdu B71’arirnir ein yvirvág til tíðir. Tað blivu til fleiri kjansir til bæði liðini, men tað var B71, ið tóku fyrst av, tá eitt massivt trýst á mótstøðumálið endaði við at Mikkjal Hentze stóð við bóltinum stutt frá málinum, hann langar til og bólturin tekur í ein Víkinga spælara, og siglur uppum málverjan og í málið.

Tað sá leingi út til at B71 fór at klára at halda Víkingunum frá fatinum, men enn einferð eru tað innleggini, ið vit brenna okkum av. Aftaná eina rúgvu av klumpspælið frammanfyri B71 málinum er tað Símin Hansen, ið er so óheppin at hann setur bóltin í egið net og so er javnt einaferð enn.

 Símin Hansen bleiv útvístur nakað eftir hetta, akkurát hvat og hví fekst ikki at vita um hetta mundi, men tað tóktist sum ein bein avgerð, síðan leikarin var næstan komin inn í skiftingarrúmið, áðrenn dómarin fekk reyða kortið úr lummanum.

 B71 leiktu seinastu tíðina við 10 monnum og tað sást eisini aftur, síðan vit høvdu torført við at leggja nakað stórvegis trýst á Víking eftir hetta. Tó vóru tað vit sum áttu tann allar, allarstørsta møguleikan at skora vinnandi málið tá Clayton Soares verður spældur so fríur sum hann vil, ímóti Víkinga málmanninum, men hóast tíð tóktist vera til tað, megnaði málsøkni brassin ikki at senda bóltin í kassan, ið ístaðin smeyg sær framvið stongina. Synd, men so er lívið.

Harafturat hevði Víkingur eisini sínar møguleikar og raktu, eins og vit, stongina í øðrum hálvleiki, bara so vit ikki skuldu kenna okkum ov tryggar. 2-2 varð tann endaliga støðan og enn eitt stig í niðurflytingarstríðnum var veruleiki.

 

Fuglfirðingar fyri skotum

 Sunnudagin, 17. august møta fuglfirðingar so upp á Sandi, og tað er onki at siga til at ein sigur hevði komið meir enn væl við. Tá skal sigast at tað fer at verða ómetaliga ringt. ÍF var av sonnum jaliga yvirraskilsi í fyrru helvt, men í seinnu helvt má og skulu tað verða vit, ið taka øll á bólið.

 
< Undanf.   Næsta >
 

Komandi dystur

Seinasta umfar

HB - B36 3 : 0
SKA - EBS 1 : 3
- NSÍ 0 : 1
B68 - ÍF 0 : 1
B71 - VÍK 0 : 1
Vís
Formuladeildin
  D+/-S
EBS262154
HB263548
B3626845
NSÍ26644
VÍK261041
B6826-1336
ÍF26-1430
26-827
B7126-2122
10 SKA26-2419
 

Seinasti dystur

27 Oct 2008
Formuladeildin
ÍF
ÍF
: B71
B71
Kappingar hagtøl
Teldutænastan
Samskip
Vitja okkara heimasíðu
Sparni
Vit hava 1 vitjandi inni