Click here to send us your inquires or call (852) 36130518
Click here to send us your inquires or call (852) 36130518
Forsíða
 

Úrslit og støður

test lýsing
B71 strúka framvið PDF Prenta E-mail
13. Jul 2008
ImageSigursrøðin hjá B71 á 3 dystir, hevur nú fingið okkum uppyvir niðurflytingarstrikuna enntá áðrenn kappingin var hálvrunnin. Mangan sá tað heldur vónleyst út, men í dag er søgan ein onnur. Vónin er afturkomin og um góðu taktirnar nú í seinastuni halda á fram í seinnu helvt av kappingarárinum, átti eitt pláss í Formula deildini 2009 verið ein sjálvfylgja. B71 vann sum sagt sín triðja dyst upp í slag í gjár. Wellington Soares vísti at hann hevði máltev við at sikra sær tvey mál, meðan Høgni Midjord skoraði eitt frekt mál beint áðrenn leiklok.

Málleyst í fyrra hálvleiki, málveitsla í seinna
Ongi mál komu í teimum fyrstu 45 minuttunum, men tað merkti tó ikki tað sama sum at fyrsti hálveleikur onki nyttaði. Tvøturímóti fingu vit møguleika aftaná møguleika at skora, meðan toftamenn eiheldur vóru heilt eiðasørir hinumegin.

B71 dúvaði nógv uppá langar bóltar framm til fremsta mann, og hetta sást eisini aftur við at áloyparirnir komu fríir í tíð og úrtíð. Teir mest markantu møguleikarnir vóru tveir fríløbarir, annahvørt til Sunday og Mads Hentze, men báðu ferðirnar var seinasta berøringin ov óneyv. Fyrru ferð tók Mads røttu avgerðina og lobbaði uppum málmannin. Tíðanverri fór bólturin eisini uppum málið tað ferðina, meðan Sunday, eisini rætt nokk, valdi at plasera bóltin, men skot hansara var ov bleytt og ov nær málmanninum, ið bjargaði.

B68 vóru vandamiklir í støðum, mest á deyðbóltum og innleggum, ið tó bert vórðu skallaðir uppum.

Í byrjanini av seinna hálvleiki tóktist spælið at ganga meiri aftur og fram, uttan tað stóra hendi, men skjótt lívnaði spælið upp. Fyrsti ordiliga vandamikli málmøguleikin tilfall B68, so vítt sum eg minnist. Eitt dundurskot stutt frá málinum sær út til at enda í ovasta málhorninum, men Símun Rógvi í málinum syftir, nærum ársins bjarging, úr ermini og parerar bóltin útum til horna.

Stutt aftaná bragdar eisini hjá B71. Ein støða, ið eina løtu sær vandaleys út, verður knappliga vend til mál. Wellingon roynir at sleppa at skjóta uttanfyri sekstanmeturin hjá B68 og ger ikki mætari enn at planta bóltin upp í tríarin hjá mótstøðuliðnum. Ein perla av einum málið.

B68 royndu síðan leingi at javna, men ístaðin er tað B71, ið, eini 10 minuttir áðrenn dómarin floytaði, gera sær dælt av at verjan hjá B68 lá so høgt uppi á vøllinum. Símun Rógvi gúppar bóltin frameftir til Høgna í álopinum. Hesin arbeiður væl og takka verið eitt sindur av ivasomum málmansspælið fær Høgni skalla bóltin uppum málmannin og í málið. Hetta merkir ikki bert at Høgni fær sítt triðja landskappingarmál, men eisini at Símun Rógvi fær sítt fyrsta “assist”.

Um hetta mundi sást at B68 ikki hevði nógva trúgv eftir, og tíðin var eisini um at ganga undan. Hóast hetta kundi Wellington runda dagin av við sínum seinna málið, tá hann setti eini 3-4 verjuleikarar av og plaseraði bóltin vinstrumegin B68 málmannin.

Meira hendi ikki í dystinum, og 0-3 til B71 var endaliga støðan.

Ár og dagur síðan tilíka sigursgongd

Tað er synd at siga, men tað tykist vera ár og dagur síðan B71 hevur víst so støðugan form í bestu deildini.

Tað eru sjálvsagt gitingar, síðan heimasíðan hjá føroyska fótbóltssambandinum ikki bjóðar so nágreinilig hagtøl, men tað er ógvuliga sannlíkt at vit skulu heilt aftur til mið 90’uni, áðrenn vit síggja at B71 hevur vunnið tríggjar dystir á rað í bestu føroysku deildini.

Orsøkirnar til tess kunnu verða mangar, m.a. rykti B71 upp og niður úr bestu deildini í nøkur ár, samstundis sum tað bert er nú nýliga at ein hevur longt kappingina við 9 eyka dystum, men sjálvt um hetta møguliga gevur eina heldur neiliga mynd á B71 tey seinastu gott og væl tíggju árini, sær tað stak jaligt út hjá nútíðar B71 liðnum, ið hava brotið hesa vánaligu siðvenju við sigrinum í gjár.
 
< Undanf.   Næsta >
 

Komandi dystur

Seinasta umfar

HB - B36 3 : 0
SKA - EBS 1 : 3
- NSÍ 0 : 1
B68 - ÍF 0 : 1
B71 - VÍK 0 : 1
Vís
Formuladeildin
  D+/-S
EBS262154
HB263548
B3626845
NSÍ26644
VÍK261041
B6826-1336
ÍF26-1430
26-827
B7126-2122
10 SKA26-2419
 

Seinasti dystur

27 Oct 2008
Formuladeildin
ÍF
ÍF
: B71
B71
Kappingar hagtøl
Sparni
Teldutænastan
Vitja okkara heimasíðu
Samskip
Vit hava 1 vitjandi inni