Gudmund Nielsen Tað var onki minni enn ræðuliga týdningarmikið, at vit ikki fóru av vøllinum við ongum í gjár. Menninir í gulum gjørdu sína skyldu til fulnar og oksaðu runt allan dystin. Álopsessið Gudmund Nielsen skoraði báðu ferðirnar og tryggjaði sandoyingum øll stigini fyri fyrstu ferð síðan 4. umfar, og bert aðru ferð íalt.
Álopsdebut, gestaupptraðkan í miðverjuni og Gudmund í hopla Tað sást beinanvegin at fleiri umrokeringar vóru gjørdar á liðnum, síðan seinasta dyst. Fremst høvdu vit ein debuterandi Patrick Sunday, meðan vit í hinum endanum kundu gleðast yvir eitt nýtt, men tó kent andlit, um tað so bara var fyri hendan dystin. Danski Anders Rasmussen, ið var fastur fúsur í miðverjuni seinasta kappingarár, var enn einaferð komin at leggja lag á við sínum eyðkenda “kom så gutter” rópið. Tað vóru snøgt sagt umrokeringar á øllum plássum. Tó at summir endaðu aftur á teimum plássunum teir byrjaðu kappingarárið við, sluppu aðrir at royna seg á, fyri teimum, heilt nýggjum plássum. Tað sást tó ikki aftur, at hesi kanska ikki vóru vandu plássini hjá øllum, tí allir stríddust teir fyri hvønn ein bólt, til stóra gleði fyri allar áskoðararnar, ið kendu á sær at hetta var dagurin tá tað endiliga skuldi lukkast at fáa stigini heim. Fyrsta málið kom stutt fyri hálvleik, eftir deyðbóltsstøðu. Bólturin kemur innfyri frá høgru síðu, har skallað verður eftir málinum. Eina hálvbjarging seinni og so er Gudmund fyrstur á bóltinum og fær pota hann inn í kassan. 1-0 til heimaliðið – eftirhondini ein heldur óvand støða at verða í. Tað sást at klaksvíksingar royndu at trýsta øgiligt, og tí varð kanska lítið merkisvert av møguleikan, síðan dysturin leingi bleiv spældur á miðjuni. Tað var ikki fyrrenn í øðrum hálvleiki, at spælið fleyt eitt sindur lættari og tá var tað B71, ið tóktust tryggari. KÍ høvdu ikki fingið útjavnandi málið í fyrsta hálvleiki og tíðin byrjaði so smátt at renna undan. Seinna málið kom ikki so langt eftir at seinni hálvleikur varð floytaður í gongd. Enn einaferð er tað Gudmund Nielsen ið fær stungið ein bólt ímillum KÍ verjuna, sum hann rennur niður, áðrenn hann leggur bóltin undir Jákup Mikkelsen í KÍ málinum. Jákup fekk tikið eitt sindur av ferðini av, men tíbetur ikki nóg mikið at forða bóltin frá at ferðast seinasta teinin innum málstrikuna. Í seinasta enda var tað ikki so nógv vakurt fótbóltsspæl, ið vann hendan dystin, (hóast har eisini sóust fleiri dømir uppá tað) men heldur ein kaldkrígsaktigur arbeiðsinnsatsur frá øllum 11 + innskiftarum, ið vóru á vøllinum í gjár. Ein kundi drigið fleiri út sum gjørdu tað serliga væl í gjár, men tað mátti so verið alt liðið sum tað var. Í gjár sveik ongin álitið! ”Kom så gutter!” einaferð afturat!
Anders Rasmussen 14. umfar verður á Skála, ímóti, ja, Skála. Um vit megna at endurtaka tað “drive”, ið sást á vøllinum í gjár, er ongin forðing fyri eisini at fáa stig tá. Fyriuttan í gjár, hevur Skála verið einasta liðið hetta kappingarárið, ið vit hava vunnið á. Um tað so virkar til okkara fordeil sunnudagin ella ikki, fer tíðin at vísa, men um “gutterne” spæla sum teir spældu í gjár, so kann seinna helvt av kappingarárinum fara at verða heilt stuttligt fyri B71. Í øllum førum munandi stuttligari enn fyrra helvt var. |