Spania eru europameistarar |
|
|
|
30. Jun 2008 |
Torres hevur júst skorða Týskland megnaði ongan tíð av álvara at hótta sponsku leiðsluna
Fyri fyrstu ferð í 44 ár hevur Spania vunnið EM-heitið í fótbólti. Fernando Torres skoraði einsamalla málið í EM-finaluni eftir góðum hálvum tíma, og hesa leiðsluna megnaði Týskland ongan tíð av álvara at hótta.
Týskarar royndu eftir steðgin at flyta bóltin longur fram, og í einar tíggju minuttir høvdu teir eitt ávíst trýst á Spania, men talan gjørdist ikki um nakrar upplagdar møguleikar, og tá deyðbóltsstøður fleiri ferðir vórðu søplaðar burtur, gjørdist tað ikki meira enn tað sama. Og seinastu 20 minuttirnar kontraði Spania ferð eftir ferð. Jens Lehmann, sum átti sín lut í málinum, hevði einar tvær fínar bjarginar, soleiðis at Týskland kundi haldast inni í dystinum, men meira enn tað sama gjørdist talan tó ikki um. |