25. Jun 2008 |
Stuttur vegur úr kolhjallaranum til himmalsins dyr Í gjárkvøldið var næsta 1/4-finalan leikt. Kroatia, ið hevði tríggjar 1-0 sigrar við sær úr bólkaspælinum, móti Turkalandi, sum við hepni og <i>turkatrúgv</i> í viðførinum spældi seg víðari. Lítið og onki var at rópa upp um teir fyrstu 118 minuttirnar, men so hendi nakað. Vikarierandi turkiski málverjin Rustu við landsliðsdystarmetinum fer ov langt út úr málinum og so er innskifti Klasnic klárur inni undir málinum og skallar í málið.
Kroatiski venjarin Slaven Bilic rennur og rennur av berari himmalskari gleði. Maðurin er ikki meira enn komin upp á pláss aftur, tá ið hann má viðurkenna at stutt er millum gleði og sorg, tí í minuttinum eftir málið sendir turkiski málverjin eina langa avlevering fram í kroatiska brotsteigin, og har fær Semtúrk vinstra fótin á bóltin, ið sum eitt projektil fer upp í málhornið. Tískil máttu liðini avgera dystin við brotsspørkum. Kroatar høvdu mist pippið og skutu tværreisur við síðuna av málinum og tí síðsta tók turkiski málverjin sær av. Tað var so nær við, at hann skuldi gerast turkiski skurkurin, men bleiv í staðin hetjan. Hárfínt millum stórsta vónbrot og øran gleðisrús. Turkaland møtir Týsklandi í hálvfinaluni. Hvør hevði roknað við tí?? Turkiski venjarin og nakrir av teirra áskoðarum kanska. Man Turkaland vera í ferð við at gera ein Grikka???? |