Russland fekk eina laka byrjan í bólkaspælinum, men eftir 2-0 sigurin á svium í síðsta og avgerandi innleiðandi dystinum, man liðið teljast sum eitt av sera góðu boðunum upp á ein vinnara.
Bólkur D Við feitari skrift úrslitini í 3. og seinast umafari. Svøríki-Grikkaland 2-0 Russland-Spania 1-4 Svøríki-Spania 1-2 Grikkaland-Russland 0-1 Spania-Grikkaland 2-1 Svøríki-Russland 0-2 Verandi Evropameistarar, Grikkaland, fóru heimaftur so nakkalangir við ongum stigi og bert tí eina málinum, ið Charisteas skoraði móti Spania. Vónin um mirakul-endurtøku er brostin.
1/4 finala Týskland-Portugal 3-2
Dreymafótbóltsspælið frá portugisiska fótinum er ikki meira. Týskland vann í gjárkvøldið 3-2 og er víðari til hálvfinalurnar fyri fyrstu ferð síðani 1996. Týskland var betri, hepnari og sterkari enn magisku suðurevropeisku fótbóltsbeinini. Aggresivt bóltpress og skjót mótálop kryddrað við vandamiklum deyðbóltsstøðum var uppskriftin. Við til søguna hoyrir, at Portugal vísti sera ivasamt verjuspæl og at Michael Ballack gjørdi fríspark, tá ið hann skoraði til 3-1. Men Portugal megnaði ikki at spæla seg til veruligar málmøguleikar. Nærmast vóru Moutinho og Pepe eftir innlegg úr høgru síðu, men í báðum førum kom bólturin heldur óvæntað, og tískil fingu leikararnir ikki tíð at umráða seg.
Ein av allarstørstu favorittunum er farin heim. Týskland heldur áfram. Góðu taktirnar frá seinstu HM-kapping á heimavølli hava verið frammi í løtum. Fótbóltsrisin, sum seinastu nógvu árini hevur ligið eitt sindur í dvala og onki vunnið síðani 1996, hevur hesi síðstu trý árini reist seg upp á beinini aftur. Ansið tykkum. Týskarar koma!!
Mong eru tey, ið harmast um, at bóltsnillingarnir úr Portugal ikki longur eru partur av endaspælinum, men so kunnu vit í staðin gleðast yvir, at vit skjótari fáa greiðu á, hvar Ronaldo spælir komandi kappingarár! |