25. Jun 2008 |
Lagt varð upp til stóra bróðurdystin millum vertirnar Eysturríki og fótbóltsrisan Týskland. Við einum sigri kundu vertirnir spæla seg víðari, men dreymafrísparkið frá Michael Ballack sløkti eystturríksku perurnar alt meðan venjararnir hjá báðum tjóðunum sótu uppi á áskoðaraplássunum og fylgdu gongdini, hagar teir vórðu burturvístir.
Í hinum dystinum vistu póllendingar, at teirra møguleiki at spæla seg víðari var minni enn lítil. Kroatia vann sín 3. 1-0 sigur og eru eisini víðari. Víðari til 1/4-finaluna: Týskland og Kroatia Bólkur B Við feitari skrift úrslitini í 3. og seinasta leikumfari Týskland-Pólland 2-0 Eysturríki-Kroatia 0-1 Eysturríki-Pólland 1-1 Týskland-Kroatia 1-2 Kroatia-Pólland 1-0 Týskland-Eysturríki 1-0 Bólkur C Við feitari skrift úrslitini í 3. og seinasta leikumfari. Frankaríki-Rumenia 0-0 Italia-Holland 0-3 Holland- Frankaríki 4-1 Rumenia-Italia 1-1 Italia-Frankaríki 2-0 Holland-Rumenia 2-0 Heimsmeistararnir eru víðari. Fyrst noyddist Franck Ribery av vøllinum við skaða, so gjørdi Abidal brotsspark og fekk reytt kort, og sum rosinan í pylsuendanum stýrdi Thierry Henry frísparkinum frá Daniele de Rossi óheppið í egið mál! Fransmenn eru farnir heimaftur! Italiumenn eru aftur eitt gott boð upp á ein EM-vinnara 2008! Marco van Basten hevði skift alt liðið út, men Oranje vann kortini. Rumenia hevði møguleikan, um úrslitið í hinum dystinum lagaði seg. Holland er helst stórsta yvirraskilsi higartil við trimum sera góðum sigrum. Víðari til 1/4-finaluna: Holland og Italia |