25. Jun 2008 |
Eysturríkar hava uppiborið at spæla bólkafinalu Væl inn í yvirtíðina skoraði 38 ára gamli Vastic útjavnandi málið fyri Eysturríki og tryggjaði harvið sær sjálvum ókeypis øl restina av lívinum, og vertstjóðina møguleikan at spæla bólkafinalu móti Týsklandi um rættin at spæla seg víðari.
Póllendingar iðra seg um brotssparkið, ið enski dómarin <i>gav</i> eysturríkarum, men ongin ivi um, at heimamenninir høvdu uppiborið úrslitið. Gestirnir skulu í veruleikanum vera glaðir fyri, at eysturríkarar ikki førdu við fleiri málum í fyrra hálvleiki, og harafturat var pólska málið klárt off-side! Í hinum dystinum vístu kroatar ræðandi styrki, meðan týskarar høvdu mist flogið frá póllands-dystinum! Kroatia er víðari. Spurningurin er, hvør skal fylgja teimum víðari!Bólkur B Við feitari skrift úrslitini í 2.leikumfari Týskland-Pólland 2-0 Eysturríki-Kroatia 0-1 Eysturríki-Pólland 1-1 Týskland-Kroatia 1-2 |