25. Jun 2008 |
Sveis farið heim í sínum egna landi Onnur vertstjóðin kemur ikki víðari í kappingini. Sveis legði seg á odda við málið, sum Hakan Yakin skoraði í fyrra hálvleiki, men turkar svaraðu aftur í seinna, tá ið innskifti Semtúrk javnaði. Og í tíðini, dómarin hevði lagt afturat skoraði Galatasaray miðvallarin Arda sigursmálið. Sveis úti og Turkaland í 7.himli.
Í hinum dystinum vístu portugisarar enn einaferð spæl, ið gevur ábendingar um, at teir eru millum bestu boðini, tá ið steypið skal hevjast upp um høvd 29.juni. Christiano Ronaldo kom á máltalvuna, tá ið hann legði Portugal á odda 2-1 í seinna hálvleiki. Stutt fyri leiklok økti innskifti Quaresma til endaligu støðuna 3-1. Deco hevði lagt Portugal á odda í fyrra hálvleiki, men kekkar svaraðau skjótt aftur. FCK leikarin Sionko kastaði seg fram og skallaði hornaspark í kassan.
Portugal er víðari til 1/4 finalurnar, meðan kekkar og turkar skulu avgera sína ámillum, hvør teirra fylgir Portugal.Bólkur A Við feitari skrift úrslitini í 2.leikumfari Sveis-Kekkia 0-1 Portugal-Turkaland 2-0 Sveis-Turkaland 1-2 Portugal-Kekkia 3-1 |