25. Jun 2008 |
Mótstøðulið føroyingar í komandi HM-undankapping Frankaríki og Rumenia spældu tann fyrra dystin í gjár. Minni enn lítið er at skriva um henda anti-fótbóltsdyst, ið bar vónloysi við sær! Dysturin var stutt sagt eitt upplivilsi, ið longu er gloymt. Vánaligt úr enda í annan. Ongin vildi, ella tordi nakað sum helst!
Um kvøldið kveiktist vónin aftur av álvara, tá ið verandi heimsmeistarar blivu blástir av vøllinum av einum hollendskum liði, ið vísti verðina spæl á høgum stigi. Takk fyri Van Basten og co.!!
3-0 sigurin var sera óvæntaður! Gamaní vóru støður í dystinum, ið kundu viðført eitt øðrvísi úrslit, men onki kann ella skal takast frá tí álopssinnaða hollendska liðnum.
Bólkur C hevur fingið eyknevnið <i>Deyðans bólkur</i>. Fyrri dysturin í gjár var veruliga <i>dødens-pølse</i>, meðan tann seinni væl kann gerast <i>deyðin</i> fyri italiumenn. Enn er langur vegur eftir á mál, men....
Bólkur C Frankaríki-Rumenia 0-0 Holland-Italia 3-0 |