Gull og silvur varð handað í stormi |
|
|
|
25. Oct 2008 |
Dysturin við Margáir varð eisini avblástur vegna ringt veður.
Men tað var tó ikki verri enn so, at gullið og silvurið kundi handast á rættar hendur. EB/Streymur fekk handað gullið, og HB fekk sítt sivlur handað. Óvist er, um dysturin, ið varð avblástur í dag, yvirhøvur verður leiktur. Gullveitsla verður í ítróttarhøllini á Eiði í kvøld. 875 hava teknað seg, og høllin verður stúgvandi full. Vit ynskja EB/Streymi tillukku við gullinum og HB tillukku við silvurinum. |