20. Oct 2008 |
Hósdagin í seinastu viku, var rættiligur fótbóltshýrur í Samljóð í Skopun...
B71 skipaði fyri hugnakvøldi fyri allar B71-leikarar - við familju - í teim yngru deildunum. Øll, ið høvdu spælt fótbólt við B71 hetta árið, fingu hvør sína medalju. Umframt hetta fingu smádreingir eitt steyp fyri at vinna sín økisbólk.
Løtan var sera hugnalig. Nógv fólk vóru møtt upp, og har var matur og drekka til øll. Laila Petersen, samskipari hjá B71, helt røðu, og tað gjørdi Dragan, ungdómsvenjarin, eisini. |