10. Oct 2008 |
Men tað ber framvegis til at keypa atgongumerki til landsdystin leygardagin á netinum...
Í dag - mikudagin 6. oktober - endaði forsølan av atgongumerkjum til spennandi landsdystin á Tórsvølli móti Eysturríki leygardagin kl. 16.00.
Men atgongumerkjasølan á netinum er tó framvegis virkin fram til fyrrapartin leygardagin. Tað vil siga, at um tú ynskir sjálvur at gera av hvar á Tórsvølli tú vilt sita, og ynskir av avgreiða handilin við hjálp av gjaldskortinum heimanífrá, so ber framvegis til at fara inn á netsøluna hjá fótbóltssambandinum og keypa atgongumerki.
Men nú verða atgongumerkini ikki longur send út við postinum. Tey, sum keypa atgongumerki gjøgnum netsøluna, skulu sjálv heinta atgongumerkini á dystardegnum. Atgongumerkini liggja til heintingar í Gundadalshøllini leygardagin frá kl. 11, har serlig lúka verður til tey, sum koma eftir atgongumerkjum, tey hava keypt á netinum.
Tað verður sjálvandi eisini møguleiki at keypa atgongumerki á sjálvum leikdegnum. Atgongumerkjasølan verður, eins og til dystin móti Rumenia, úr Gundadalshøllini. Byrjað verður at selja atgongumerkini kl. 11 leygardagin. Hetta fyri at møguleiki er fyri at fara í góðari tíð at ogna sær atgongd til dystin.
Vit vita av royndum, at nógv ikki taka avgerð um at fara til dyst fyrr enn í seinastu løtu, og tí slepst ikki undan bíðirøðum framman fyri billetlúkuna beint fyri dystarbyrjan. Okkara ráð til fótbóltsfjeppararnar eru tí hesi: - Ynskir tú at sleppa undan at skula standa í bíðirøð, keyp so dystin á netinum, so atgongumerkini eru klár til avheintingar. - Ella keyp atgongumerkini í góðari tíð leygardagin. Kostnaðurin fyri atgongumerkini er kr. 300 fyri vaksin og kr. 100 fyri børn til og við 16 ár. Far inn á heimasíðuna hjá FSF, www.fsf.fo og keyp atgongumerki... |