Click here to send us your inquires or call (852) 36130518
Click here to send us your inquires or call (852) 36130518
Søgan PDF Prenta E-mail
23. Jun 2008
Her á Sandi var tað altíð kvinnuhondbólturin, ið varð spældur, men fyrst í sekstiárunum sovnaði
hann burtur. Tá Kjartan Hentze doyði í 1962 hvarv hondbólturin fullkomiliga. Men áhugin fyri ítrótti
her á staðnum var stórur og var hesin áhugin vaksandi, serliga millum ungdómin.

Á sandinum
Nú var tað serliga fótbólturin, ið hevði áhugan, spælt varð dagliga á sandinum hvørt einasta kvøld.
Frá várinum til langt út á heystið kom mongd av ungdómi saman at spæla fótbólt á sandinum. Eitt,
ið nørdi um áhugan var, at næstan hvønn einasta sunnudag summarhálvárið vóru ítróttarsendingar
at hoyra í útvarpinum. Luttikið í landskappingini varð ikki, tí vallarumstøðurnar vóru ikki. Sandurin kundi
nýtast sum hondbóltsvøllur, men ónýtiligur sum fótbóltsvøllur, ið landskapping kundi fara fram á.

Sand-Skopun
Síðst í sekstiárunum tók ein kapping seg upp millum Sand og Skopun. Stigtakari til hesa kapping var
Steen B. Kristiansen, ið hevði siglt við Tjaldrinum og har tikið lut í yrkisítrótti. Mál og annað tílíkt var ikki -
fýra steinar vórðu nýttir sum mál og so varð spælt. Henda kapping fór fram fleiri summør hvønn einasta
sunnudag summarið ígjøgnum, líka til ítróttarfelagið fór at luttaka í landskappingini í fótbólti. Áhugin og
spenningurin fyri hesi kapping var stórur. Her kom stór nøgd av fólki á sandinum, lastbilar fullir av fólki
komu úr Skopun - tað var áðrenn bilurin va høvrsmans ogn. Sunnudagsskúlin varð hildin fyrr, tí hann
fall saman við fótbóltinum. Spælt varð ikki í fótbóltsbúna. Svartaskógvar, hvít skjúta og terylenebuksur
vóru vanligari búnin, men sum frá leið fingu vit okkum búnar, fyrst skógvar og síðani fylgdi hitt eftir.
Síðst í sekstiárunum var Meginskúlin farin í gerð og her varð gjørdur ítróttarvøllur. Nú fór meia skap at
koma á. Tosað varð nú um at stovna eitt ítróttarfelag. Fyrst varð ein fundur hildin í Losjuni. Hetta var
út móti jólum. Endin var, at avgjørt varð at hava stovnandi fund í ungmannahúsinum nýggjársdag í 1
970. Henda dag varð ítróttarfelagið stovnað. Um summarið 1970 var vøllurin við Meginskúlan liðugur
og varð vígdur av HB og B36 í september mánaða. Vit spurdu skúlastjóran, um vit kundu nýta vøllin,
nú hann var vígdur og tá ið vikan var um at vera av, fingu vit loyvi at nýta vøllin. Avgjørt var at fara
at royna vøllin sunnudagin. So løgið tað ljóðar, kom hetta at gerast ein dapur sunnudagur um alt landið.
Dagin fyri var tað at flogfarið datt niður í Mykinesi. Árið eftir varð meldað til landskappingina í fótbólti -
í Meðaldeildini og eitt piltalið. Fyrstu dystirnir vórðu spældir á Sandi í apríl 1971, piltarnir vunnu, meðan
teir eldru HB-spælararnir vóru okkum ov snildir í leiki. Fyrsta árið vóru einans leikarar av Sandi og spælt
varð undir navninum

Sand
Árið eftir var Meginskúlin byrjaður og tá ið venjingin fór fram her á skúlanum, vóru tað nú næmingar
úr allari oynni, ið høvdu áhugað at leika við. Nú stakk spurningurin seg upp um tað var rætt at nýta
navnið Sand, nú luttøka var úr allari Sandoynni. Tí varð avgjørt at broyta navnið til B71. Hetta er í
stuttum byrjunarsøgan hjá B71.

Jógvan Nicodemussen
 
 
Formuladeildin
  D+/-S
EBS262154
HB263548
B3626845
NSÍ26644
VÍK261041
B6826-1336
ÍF26-1430
26-827
B7126-2122
10 SKA26-2419
 
Samskip
Teldutænastan
Vitja okkara heimasíðu
Sparni
Vit hava 1 vitjandi inni