3.deildarliðið hjá B71 vann tíðliga seinnapartin gull. Finaludysturin varð leiktur á Niðara vølli í Gundadali móti B36.
B36-B71 2-4 (0-1)
Málskjúttar: Jón í Koytu Petersen 2, Ebbe Kristin Thomsen 1, Eli Hentze 1 (brotsspark)
Liðið: Henrik Juul (Petur Petersen) - Johannes Jensen (Jógvan Vest), Kári Sørensen, Julian Thomsen, Símin Jensen - Ásmund Zachariassen, Kristoffur Vidtfeldt, Eli Hentze, Meinhard Winther - Ebbe Kristin Thomsen - Jón í Koytu Petersen Torbjørn Jensen og Hans Hildibjart Hentze komu ikki á vøllin Uppiborið gull
Eftir ætlan skuldi finaludysturin millum B71 og B36 leikast úti á Argjum klokkan 12 í dag, men orsaka av tí nógva vindinum har úti bleiv avgjørt at flyta dystin oman í Gundadal.
B71 legði seg á odda stutt fyri hálvleikssteðgin. Eiler Rasmussen floytaði fyri brotssparki. Eli Hentze skoraði trygt úr 11 metrum. B36 javnaði í seinna.Djóni Joensen skoraði úr 11 metrum, og tað var eisini hann, ið legði B36 á odda, tá ið gott korter restaði. Eitt innlegg úr vinstru verður ikki ordiliga sparkað vekk, og so setir Djóni krúllin undir bóltin og í málið. Men við tveimum frálíkum málum vendi Jón í Koytu Petersen dystinum eftir nøkrum minuttum. Fyrst tá ið hann hart kroystur vendir væl beint uttanfyri brotsteigarmarkið og smekkar við vinstra beininum bóltin í kassan. Lítla løtu seinni er B36 vejan ov langt frammi, Jón verður sendur avstað og einsamallur við Egini Høgnesen er hann púra kaldur og lobbar uppum framstormandi málverjan. Flott mál bæði tvey. So tveitti B36 alt fyri borð og leyp á síðstu minuttirnar. Hetta gav uppaftur meiri pláss til B71 mótálop. Og 4.málið var eitt frágera væl spælt mótálop. Eli spælir Jón, sum spælir Eli aftur. Hann dregur nakrar metrar fram eftir vøllinum, komin inn á B36 hálvina finnur hann ein púra frían Meinhard Winther í vinstru síðu, sum trillar hann upp á tvørs til ein púra leysan Ebbe Kristin, ið gevur sær góðar stundir at avlevera bóltin millum beinini á málverjanum til endaligu støðuna 4-2 til B71. Sigurin var fult uppiborin. Flott dreingir!! Og hjartaliga tillukku við uppflytingini. Eisini ein stór tøkk til venjararnar Torbjørn Jensen og Kára Sørensen, ið hava gjørt eitt frálíkt arbeiðið í ár. |