Unglingafinalan, B71 átt sín part hóast tap |
|
|
|
25. Sep 2008 |
Ungu B71 menninir taptu í gjárkvøldið, men úrslitið lýgur heilt fitt...
Nakrir ørir minuttir spiltu myndina
Í gjárkvøldið kl. 18.00 floytaði Høgni Hansen fyrsta bríkslið í ársins útgávu av unglingafinaludystinum, sum var millum sigursvanda NSÍ og nærum debutantin B71. Bert eina ferð áður hevur B71 havt lið í unglingadeildini. Vit skulu nokk heilt aftur til 1973. NSÍ hinvegin er ógvuliga sigursvant unglingalið við nógvum meistaraheitum.
Heilt fitt av áskoðarum vóru til dystin. Eina mest úr Sandoynni. Og teirra lutir lá ikki eftir. Trummusláttur og róp dystin á tamb má hava verið hugaligt fyri gul/bláu leikararnar, ið stríddust til tað síðsta.
Dysturin var ikki meiri enn góðar 6 minuttir gamal, tá ið ein NSÍ leikari gjørdust púra leysur móti Peturi í B71 málinum. NSÍ leikarin setti trygt bóltin í netið. Tað nyttar so lítið, men NSÍ maðurin var ógvuliga sannlíkt rættiliga væl rangstaddur, men lat tað fara. B71 leikararnir vóru rættiliga fjáltursstungnir fyrstu minuttirnar, men smátt um smátt stríddu teir seg inn í dystin aftur. Hanus Hentze fekk góðan møguleika, men NSÍ leikara bjargaði í evstu løtu á sjálvari málstrikuna. Nakrar vandamiklar støður spurdust eisini burtur úr eftir hornaspark, men tað var sera tjúkt fyri í NSÍ verjuni. Tvær støður í fyrra hálvleiki kundu og áttu helst at fingið avgerandi týdning fyri dystin. Báðar hendingarnar var Høgni Midjord upphavsmaður til. Fyrru ferðina mundi tað bert vera dómarin, sum ikki sá, at brotsspark bleiv framt móti kvika B71 áloyparanum og reytt kort til málverjan fyri takklingina samstundis sum hann var síðsti maður. Løtu seinni var Høgni aftur púra einsamalur í gjøgnum, men heldur ikki hesuferð kom nakað ljóð úr floytu dómarans, tá ið Høgni bleiv takklaður inni í brotsteiginum. NSÍ hevði eisini sínar góðu royndir móti B71 málinum í fyrra hálvleiki. Øssur Dalblúð hevði skot á stongina, og ta einu ferðina bjargaði Petur meistarliga.
Stutt inn í seinna hálvleik koppar dysturin fult og heilt til runavíkingar. Fyrst verður Jón Koytu vístur av vølli, allarhelst fyri orð, ið ikki skuldu verið søgd, og í kjalarvørrinum av tí skorar NSÍ trý mál innanfyri nakrar fáar minuttir, og dysturin var í roynd og veru avgjørdur.
Munurin á liðunum var lítið sjónligur allan fyrra hálvleik. Partarnar skiftust um at hava eitt lítið tak á, men við 10 monnum gjørdist brekkan av tung. Tað saman við øru minuttunum, har trý mál raplaðu inn, skeiklaði heildarmyndina nokkso fitt. B71 royndi tó sum frægast at kempa víðari, men hóast fleiri naskar royndir, so vildi bólturin ikki inn.
Og tá ið samanumkom vann NSÍ sostatt tryggan 4-0 sigur. Og tá ið tú hevur vunnið 4-0 ber ikki til at snakka teg frá, at tað ikki var uppiborið. Tí tað var tað, men munurin á liðunum var als ikki fýra mál. Og so hevði eitt reytt kort til NSÍ málverjan tíðliga í fyrra hálvleiki allarhelst havt eina heilt øðrvísi ávirkan á dystin. Alt tó bert hypotesur!
Vit fara hiðani at ynskja NSÌ hjartaliga tillukku við meistaraheitinum. B71 unglingarnir hava havt eitt framúr gott kappingarár. Hjartaliga tillukku við silvurinum dreingir!! |