Stevnisskrá Sandoyar Ítrottarfelags |
|
|
|
23. Jun 2008 |
Stevnisskrá Sandoyar Ítrottarfelags
§ 1 Felagið er nevt Sandoyar Ítróttarfelag B71
§ 2 Felagið hevur til endamáls at vekja áhuga fyri ítrótti og at starvast fyri at fáa ítróttin á føtur her í oynni
§ 3 Øll kunnu gerast limir í felagnum. Børn undir 14 ár hava ikki atkvøðurætt. Limagjaldið verður ásett á ársaðalfundinum - Limagjaldið fyri ikki íðkandi limir er 50 kr.
- Lmagjaldið fyri íðkandi limir undir 16 ár er 100 kr
- Limagjladið fyri íðkandi limir yvir 16 ár er 400 kr
§ 4 imir, ið sjónliga mótarbeiða felagnum, kunnu verða koyrdir úr felagnum við fundarsamtykt § 5 Felagið verður stýrt av 5-manna nevnd
Nevndin skipar seg sjálva við formanni, næstformmani, kassameistara og skrivara. Hesi val fara fram í seinasta lagi 14 dagar eftir, at nevndin er vald. Fyrst valdi kallar saman til fundar
Samtyktir nevndarinnar verða gjørdar við vanligum meiriluta. Skrivari felagsins skrivar í gerðabók yvirlit yvir nevndarsamtyktir og felagsarbeiði.
§ 6 Aðalfundur skal vera einaferð um árið, og er hann hægsta vald felagsins. Aðalfundur skal vera lýstur í minsta lagi 14 dagar frammanundan. Lógliga lýstur aðalfundur er altíð viðtøkuførur.
§ 7 Aðaldundur skal verða hildin við hesi dagsskrá: januar-februar
- Frágreiðing frá virki felagsins í farnaári
- Framløg av rokniskapi
- Nevndarval
- Val av 2 tiltakslimum
- Áseta limagjald
- Ymiskt
Á hvørjum ársaðalfundi standa: annaðhvørt ár 2 og annaðhvørt ár 3 nevndarlimir fyri vali. Endurval er loyvt. Roknskaparárið er frá 1.januar-31.desember
§ 8 Eykaaðalfundur verður lýstur á sama hátt sum ársaðalfundur og hevur sama gildi
Nevndin kann boða frá eykaaðalfundi, tá ið hon heldur tað vera neyðugt. Nevndin skal lýsa til eykaaðalfundar um 1/5 av limunum krevur tað
§ 9 Um felagið verður avtikið, skulu ognir felagsins fara til Sandoyar Skúlasamband ítróttinum í oynni at frama.
Henda lóg er samtykt á stovningarfundi 1.jan. 1970 við broytingum samtyktum á aðalfundi 1.jan. 1975, 1.jan. 1989, des. 1997 og jan. 2005
|