Sandoyar Ítróttarfelag, B71 vil her nýta høvi at ynskja øllum lesarum hjartaliga vælkomnum innar. Tað er okkara ynski, vón og mál, at vit megna at geva tykkum B71 tíðindir eins væl og onnur fótbóltstíðindir úr Føroyum og uttan úr heimi so skjótt tey frættast. Kunnu vit harumframt viðvirka til at tvíhalda um positiv fótbóltsminni bæði hjá áskoðarum og leikarum, eru vit við til at menna nógvu góðu fótbóltsupplivingarnar hjá teimum, ið flokkast um spælið.
B71 heimasíðan hevur havt øktan lesaraskara seinast árið. Tað er okkara vón, at hetta er tekin um, at síðan í ávísan mun megnar at liva upp til tey krøv, ið lesarin setur.
Men enn er ikki komið á mál. Satt at siga verður nokk ongantíð komið á mál! Bert soleiðis ber til at endurnýggja seg allatíðina, royna at liva upp til tey krøv, ið lesarin setur.
Hóast fótbóltsfelagið í Sandoynni bert er ein fótbóltsparantes í stóra heiminum, ber til á alnótini at fortelja øllum her heima og úti í heimi við, at vit eisini eru partur av heimsins besta spæli. Nógvir eru føroyingarnir búsitandi úti í heimi, har í millum nógv av Sandoynni. Eisini hesum vilja vit bera tíðindi um, hvussu gongst hjá okkara felagi og hjá øðrum fótbóltsliðum og leikarum.
Skulu vit røkka útlendskum lesarum í størri mun er neyðugt, at síðan eisini er tøk á enskum máli. Hesum verður arbeitt við í løtuni.
Øll, ið hava áhugað at vita meira um B71 og fótbólt í Sandoynni eru altíð hjartaliga vælkomin at seta seg í samband við undirritaða.
Sandoyggin er grøn eins og mongu fótbóltsvallirnir runt um í heiminum. Her á oynni hava vit spælt fótbólt í meira enn 100 ár, og vit ætla okkum at halda á fram næstu øldirnar við!!
Við ynskjum um bjarta fótbóltsframtíð fyri øll, sum onkursvegna eru partur av heimsins besta spæli. Og sjálvandi góðynskir eisini til øll tey, ið ikki hava áhugað fyri spælinum!
Vælkomin innar!!
|