Formuladeildin 21.umfar, HB-B71 6-0 |
|
|
|
31. Aug 2008 |
B71 fekk ein ordiligan frammaná í dagsins dysti í Gundadali. Úrslitið gjørdist heili 6-0 eftir 2-0 í hálvleikinum. Bæði Clayton Soares og málverjin Símin Rógvi Hansen noyddust skaddir av vøllinum. Báðir noyddust ein túr út á skaðastovuna.
Úrslitið sigur søguna
Lítið hugaligt at vera B71 leikari og viðhaldsfólk í góðveðrinum í Gundadali seinnapartin. HB gav okkum ein rættiliga frammaná. Eftir 2-0 hálvleiksleiðslu komu heili 4 mál afturat í seinna. Sum steinur oman á byrðu var tað, at bæði Clayton Soares og Sìmun Rógvi Hansen noyddust av vølli við skaða. Clayton Soares eftir hálvan tíma í fyrra hálvleiki, og Símun Rógvi Hansen kom ikki út aftur eftir hálvleikssteðgin. Símin Hansen vardi málið í 2.hálvleiki.
Nógv nýtist helst ikki at sigast um dystin. Úrslitið sigur væl alla søguna. Týdningarmikið er nú at leggja ósigurin aftur um seg og líta frameftir. Enn eru 6 dystir eftir. Um 14 dagar vitjar Skála á Sandi. Hesin dystur eins og hinir, ið eftir eru, eru lagnudystir burturav.
Vit stríðast víðari!! |